GrannskoðaraStovan

Grannskoðarastovan í Heiðalon

Grannskoðan, ráðgeving og bókhald

Grannskoðan, ráðgeving og bókhald; Ynskir tú eina effektiva fíggjarstýring og greiðar rakstrarætlanir, so kann okkara ráðgeving gera mun í tí samlaða úrslitinum

Vit veita tænastur innan

Grannskoðan – Ráðgeving – Roknskaparhjálp – Bókhald – Fíggjarstýring – Ársfrásøgn – XBRL – Innlating  –  Roknskap

Ynskir tú eina effektiva fíggjarstýring og greiðar rakstrarætlanir, so kann okkara ráðgeving gera mun í tí samlaða úrslitinum. Vit tilrættaleggja eittnú rakstrar- og gjaldførisætlanir fyri smærri og størri fyritøkur, fyri at gerandisdagurin kann gerast lættari. Skal fyritøkan undir broytingar, tá kunnu vit vera við til, at hetta verður gjørt rættstundis og so bíligt sum gjørligt í tráð við galdandi reglur og lóggávu. Eisini tryggja vit, at ætlanirnar verða eftirmettar og dagførdar við jøvnum millumbilum.

Grannskoðan

Ein grannskoðan er ein kanning av tilfari, fyri at fáa grundaða vissu fyri, at tað ikki eru týðandi skeivleikar í tilfarinum. Tað tryggjar, at virksemið kann halda fram ótarnað, og at orkan verður løgd í kjarnuvirksemið í fyritøkuni.

Ráðgeving

- Íverksetan av virki
- Fíggjarlig ráðgeving
- Onnur búskaparlig ráðgeving
- Skattaráðgeving
- Ráðgeving um roknskaparviðurskifti
- Ættarliðsskifti
- Felagsviðurskifti og umskipan
- Ráðgeving í sambandi við keyp og sølu av vinnuvirki

Vit vegleiða sjálvandi eisini í sambandi við aðrar roknskapar- og ráðgevingaruppgávur á økinum, herundir eisini samskifti við almennar myndugleikar.

Roknskaparhjálp

Roknskaparhjálpin er til tín sum hevur brúk fyri hjálp til at seta roknskapin/ársfrásøgnina upp, so hon lýkur galdandi krøv.

Bókhald

Á GrannskoðaraStovuni Sp/f hava vit serkunnleika innan bókhald. Vit kunnu bóka fyri teg á skrivstovu okkara í Runavík ella í hølunum hjá tykkum.

Bókhaldshjálpin er ein assistanca til tín sum hevur brúk fyri sparring útyvir tað vanliga bókhaldið. Tað kann t.d. vera niðurskrivingar, avskrivingar ella at stemma saldi við árslok.

Hvørjum feløgum veita vit tænastu?

Tað eru ymisk krøv til roknskapin hjá einum felagið alt eftur hvussu stórur umsetningurin er og hvussu felagið er skráset. Saman gera vit eina ætlan so at tít felag røkkur krøvini í roknskaparlógini. 

  • Partafeløg
  • Smápartafeløg
  • Kommunur og almennar stovnar
  • Grunnar
  • Áhugafeløg
  • Fakfeløg
  • Einstaklingavirkir
  • Íverksetarafeløg
Einstaklingavirkir og íverksetarir sum dríva persónligt felag. Her átaka vit okkum at bóka alt virksemi, senda rokningar, stovna gjaldingar í heimabanka, rokna MVG, seta roknskapin upp og gera klárt til innlating.
Til eitt Smápartafelag veita vit alt vanligt bókhald, t.d. bókingar, roknskaparhjálp, MVG roknskap, avskrivingar, skatt og innlating. Vit ráðgeva eisini um ognaraumsiting, viðtøkur og broytingar í skrátingini.

Avtalubræv

GrannskoðaraStovan átekur sær alt arbeiði innan grannskoðanroknskap, bókhald og skatt.

Hví velja okkum?

Neyvleiki og hágóðska lýsir virksemi á GrannskoðaraStovuni

Grannskoðarar síðan 1981

Vit hava útbúgving og servitan um bókhald og føroysk viðurskifti. Starvsfólkið hjá okkum skal til einhvørja tíð kenna krøv og treytir í roknskaparlógini.

Trygg og skjót avgreiðsla

Vit arbeiða hart fyri at dagføra tít bókhald, so vit kunnu veita eina mánaðrliga uppgerð og gera eina neyva fíggjarætlan.

Ráðgeving

Vit hava umstøður at ráðgeva teg um fyrisiting, ognarumsiting og frádráttir.