Nú er møguligt hjá felagskapum at fáa endurrinda mvg av íløgum, um íløgan er meir enn 1 mió. kr. uttan meirvirðisgjald. Hetta er gjørligt eftir at ein nýggj § 3 a er innsett í meirvirðisgjaldslógina.
Broytingin er, hóast hon er lýst 30. apríl 2011, galdandi um arbeiði er byrja eftir 1. januar 2010. Broytingin er bert galdandi til 31. desember 2012 og verður tá sett úr gildi aftur.
Í hesi broytingini eru serliga 2 viðurskifti sum eru óvanlig:
1) Broytingin er við afturvirkandi kraft, og er galdandi fyri íløgur har arbeiði er byrja eftir 1. januar 2010.
2) Broytingin er tíðaravmarkað og er bert galdandi til 31. desembur 2012.
Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurrinda skulu nakrar treytir uppfyllast:
1) Íløgan skal verða meir enn 1 mió. kr. uttan meirvirðisgjald.
2) Talan skal verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi.
3) Í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum uttan meirvirðisgjald skal verða fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.
4) Arbeiðið skal verða byrjað eftir 1. januar 2010.
5) Umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald verða góðkend í seinasta lagi 31. desember 2012.
6) Arbeiði skal verða endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend.
Av hesum treytum er tað serliga nr. 5 sum er verd at leggja tilmerkis. Tað er IKKI nokk at umsóknin er innlatin áðrenn 31. desember 2012, hon skal verða góðkend.
Nýggja § 3 a er so ljóðandi:
„§ 3 a. Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn kr. 1 mió., meirvirðisgjald ikki íroknað, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av samlaða íløgukostnaðinum.
Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal:
1) talan verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, meirvirðisgjald ikki íroknað, er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði,
2) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, verða byrjað eftir 1. januar 2010 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend, og
3) umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald verða góðkend í seinasta lagi 31.desember 2012.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir í kunngerð nærri treytir og reglur um at fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald sambært stk. 1.“