GrannskoðaraStovan

Grannskoðarastovan í Heiðalon

Ráðgeving við høgari góðsku!

Ráðgeving tá tað ræður um grannskoðan, roknskap og bókhald, umframt skatta- og fíggjarviðurskifti.

Við meira enn 35 ára royndum innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving, kunnu vit bjóða eina tænastu á høgum fakligum støði. Virksemið hjá Grannskoðarastovuni byrjaði í oktober í 1981. Fyrstu árini var virkið rikið sum einstaklingafyritøka við Eyðbjørg Thorleifsson sum stjóra. Í 1986 bleiv virkið umskipað til smápartafelag, og um sama mundi byrjaði Páll Højgaard eisini í starvi á Grannskoðarastovuni. Fyrstu nógvu árini var hildið til í hølum á Skála, og í 2003 var deild latin upp í leigaðum hølum í Runavík. Í 2006 varð alt virksemi flutt í egin hølir á Heiðavegi 31 og skrivstovan á Skála var eftir 25 árum afturlatin. Virkið hevur í dag 10 fólk í starvi, herav tríggjar skrásettar grannskoðarar. 

Grannskoðarastovan er partur av ERFA-samstarvinum.  Allir grannskoðarar í ERFA-sastarvinym eru leypandi á góðkendum eftirútbúgvingarskeiðum innan skattalóggávu. Tí hava vit altíð nýggjastu vitan innan føroyska skattalóggávu.


Vit ráðgeva millum annað um:

Keyp og sølu av virkjum

Ráðgeving um keyp ella sølu av virkjum, herundur eisini keyp ella sølu av partum og partabrøvum. 

Avtøka og uppgerð av virki. 

Íverksetan

Ráðgeving í samband við at stovna nýtt felag. Skráseting Føroya, Taks, banka, bókhald, roknskap og annað.

Virkis- og búskaparætlanir

Sparring til at gera virkis- og búskaparætlanir. Vit kunnu hjálpa tær at brúka tíni hagtøl til at gera tær eina effektiva búðskaparætlan.

Ognarumsiting

Ráðgeving um skatta- og fíggjarviðurskifti í sambandi við keyp og sølu av ognum, lutum og matriklum. 

Leiðslu og fíggjarstyring

Sparring um leiðslu, drift og fíggjarstýring. 

Skattalógáva

Ráðgeving í sambandi við: 

  • Sjálvuppgávu
  • Persónsskatt
  • Partafelagsskatt
  • Kapitalvinningsuppgerð
  • Ognaruppgerð
  • MVG-uppgerð
  • Onnur avgjøld

Ráðgevar

Mark T. Højgaard

Skrásettur grannskoðari
Cand.merc.aud

Telefon: 59 16 01
T-Post: mh@gs.fo

Eyðbjørg Thorleifsson

Skrásettur grannskoðari
HA - Búskaparfrøði

Telefon: 59 16 00
T-Post: et@gs.fo

Páll Højgaard

Skrásettur grannskoðari
HD-R

Telefon: 59 16 00
T-Post: ph@gs.fo

Rúni Rasmussen

Grannskoðari
Cand.merc.aud

Telefon: 59 16 07
T-Post: rr@gs.fo

Jónvør N. Silvurstein

Grannskoðari
HD-R

Telefon: 59 16 05
T-Post: jns@gs.fo

Dion B. Splidt

Grannskoðari
HD-R

Telefon: 59 16 09
T-Post: ds@gs.fo