Næmingur til GrannskoðaraStovuna

Kundi tú hugsa tær eina roknskaparliga yrkisleið? Sum næmingur á GrannskoðaraStovuni fær tú eina fjølbroytta og spennandi útbúgving. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur fleiri enn 30 ára royndir innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving. Talan er um eina skrivstovuútbúgving við grannskoðan sum sergrein.

Tín vangamynd
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri bókhaldi, roknskapi og lóg. Sum persónur vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum. Umráðandi er, at tú hevur góð samstarvsevnir, ert opin og álítandi.
Viðkomandi miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgvning er eitt krav.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt lærupláss við bæði fakligum og persónligum avbjóðingum. Í lærutíðini verður tú partur av øllum dagligu uppgávunum innan grannskoðarayrkið á skrivstovuni. Tú fært upplæring innan bókhald, roknskaparuppseting og grannskoðan frá grundini.

Lærutíðin er 2 ár, har skúlagongdin verður í Danmark. Eftir lokna lærutíð er møguleiki fyri at lesa HD, samstundis sum arbeitt verður.

Løn og setanartreytir annars, eru eftir avtalu.

Av og á, serliga fyrru helvt av árinum, má roknast við at tað er neyðugt at arbeiða meir enn vanliga arbeiðstíð.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2020.

Fleiri upplýsingar um læruplássið fáast við at venda sær til Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo.