Um okkum

Við meira enn 35 ára royndum innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving, kunnu vit bjóða eina tænastu á høgum fakligum støði. Virksemið hjá Grannskoðarastovuni byrjaði í oktober í 1981. Fyrstu árini var virkið rikið sum einstaklingafyritøka við Eyðbjørg Thorleifsson sum stjóra. Í 1986 bleiv virkið umskipað til smápartafelag, og um sama mundi byrjaði Páll Højgaard eisini í starvi á Grannskoðarastovuni. Fyrstu nógvu árini var hildið til í hølum á Skála, og í 2003 var deild latin upp í leigaðum hølum í Runavík. Í 2006 varð alt virksemi flutt í egin hølir á Heiðavegi 31 og skrivstovan á Skála var eftir 25 árum afturlatin. Virkið hevur í dag 10 fólk í starvi, herav tríggjar skrásettar grannskoðarar. 

Grannskoðarastovan er partur av ERFA-samstarvinum.  Allir grannskoðarar í ERFA-samtarvinum eru javnan á góðkendum eftirútbúgvingarskeiðum innan m.a. grannskoðan,  skattalóggávu GDPR, v.m. Tísskil hava vit altíð dagførda vitan innan hesi økir.

Heiðavegur 31, 600 Saltangará
  • Sort LinkedIn ikon
  • Facebook
©2020 | GS