XBRL og innlating

Øllum partafeløgum og smápartafeløgum eru álagt at senda inn bæði ársfrásøgn og skattaroknskap í XBRL-sniði.
Vit hava í ERFA-samstarvinum saman við Formula ment eina telduskipan, at framleiða talgildar
roknskapir sum XBRL-fílur.
Feløg, ið hava valt grannskoðan frá, skulu eisini lata inn ársfrásøgn og skattaroknskap í XBRL-sniði. Vit kunnu sjálvandi eisini hjálpa hesum feløgum.
Somuleiðis hava vit í ERFA-samstarvinum, saman við Formula, ment ein portal – innlating.fo – at senda inn XBRL við.
Innlating.fo avgreiðir ársfrásøgnina og skattaroknskapin bæði sum PDF-fílu og XBRL-fílu til TAKS og Skráseting Føroya. Roknskapartølini og skattatølini verða tastað inn á innlating.fo, sum so umskipar roknskapirnar til PDF-fílur og XBRL-fílur.
Fílurnar kunnu lættliga takast niður og eru klárar at sendast inn umvegis Vinnugluggan.
Einfalt, einki roks, alt verður avgreitt á einum staði eftir galdandi lógarkrøvum.
XPRL.png