Tænanstur

Skráseting av eigarum

Skráseting Føroya hevur sent eitt tíðindaskriv skriv út um at frá 1. februar 2022 er kravt, at øll feløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar (beinleiðis) og veruligar. Les tíðindaskrivið her
Eitt fráboðanarskjal skal fyllast út, og skal vera Skráseting Føroya í hendi innan 1. septembur 2022. 
Skráseting Føroya hevur gjørt eina vegleiðing um hvussu ein skrásetur eigarar og veruligar eigarar. Eisini er eitt stutt videobrot gjørt um tað sama (Sí niðanfyri)

Vegleiðing um skráseting av eigarum og veruligum eigarum




 

Í hesum video fært tú svar upp á hesar spurningar og hesar vegleiðingar:

00:45 Hvat er ein "løgligur" eigari?

01:31 Hvat er ein "veruligur" eigari?

03:58 Hvør, hvat og hvar skal skrásetast?

06:42 Vegleiðing um fráboðanarskjøl

08:33 Dømi 1: útfylling av "Einfalt fráboðanarskjal"

10:25 Dømi 2: útfylling av "Nágreiniligt fráboðanarskjal"

12:07 Dømi 3: útfylling av "Onnur viðurskifti"

13:54 Dømi um samanhang millum eigaraviðurskifti