Tænanstur

Dátuverndarkunning

1. Innleiðsla
GrannskoðaraStovan Spf skrásett grannskoðanarvirki er staðsett í Saltangará og veitir grannskoðanar-, roknskapar- og ráðgevingartænastur v.m. til feløg og persónar o.o.
Fyri at kunna veita og útinna okkara tænastur viðgera vit persónupplýsingar. Henda dátuverndarkunningin fevnir um tær leiðreglur, ið eru galdandi fyri alt okkara kunda- og/ella persónssamskifti, har ið vit viðgera persónupplýsingar. Leiðreglurnar hava vit gjørt, og tær eru í samsvari við dátuverndarlóggávuna, løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020.
2. Ábyrgd og endamál
GrannskoðaraStovan Spf er dátuábyrgdari, og tað merkir, at vit hava ábyrgd av viðgerðini av teimum persónupplýsingum, ið vit móttaka frá tær ella útvega okkum frá alment atkomuligum keldum. Sum kundi hjá okkum viðgera vit persónupplýsingar um teg. Endamálið við okkara viðgerð av
tínum persónupplýsingum er:
  • At útinna avtalaðar grannskoðanar-, roknskapar- og ráðgevingartænastur fyri teg og títt
    felag.
  • At halda tær rættarskyldur, ið eru álagdar okkum – eisini í samstarvi við almennar 
    myndugleikar, har tað kann vera krav, sum t.d. skyldur sambært grannskoðaralógini, 
    hvítvaskingarlógini e.ø.
  • At røkja kundaviðurskiftir og -samstarv.
 
Í nøkrum førum er GrannskoðaraStovan Spf dátuviðgeri. Tað er í sambandi við ávísar bókhalds-uppgávur o.l. Í
slíkum føri verður ein dátuviðgerðaravtala gjørd við kundan.

 

3. Rættargrundarlagið
Rættargrundarlagið fyri okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum er:
  • Dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 2: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.
  • Dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 3: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.
  • Dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 6: Viðgerð er neyðug fyri, at dátuábyrgdarin ella ein
  • triðipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella
  • grundleggjandi rættindi hjá skrásetta, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga fram um.

 

4. Skrásetingar
GrannskoðaraStovan Spf viðger persónupplýsingar hjá skrásettum kundum, har ímillum upplýsingar um
felagið, leiðslu felagsins og tess eigarum.
Tá uppgávur verða útintar, viðgera vit eisini fylgjandi persónupplýsingar, ið kundin hevur
skrásett: starvsfólk, skuldarar, ognarar og samstarvsfelagar umframt onnur, ið hava týdning fyri
uppgávuloysnina.
 
5. Persónupplýsingar
  • Fyri kundar okkara viðgera vit hesar persónupplýsingar:
  • Vanligar persónupplýsingar sum t.d. navn, bústað, telefonnummar, teldupostadressu,
  • føðingardag, bankasamband, avrit av passi ella koyrikorti.
  • Persónstal við skjalprógvi frá Taks.
  • Fyri at loysa okkara uppgávur viðgera vit hesar persónupplýsingar:
  • Vanligar persónupplýsingar sum t.d. navn, bústað, telefonnummar, teldupostadressu,
  • Føðingardag, bankasamband og lønarupplýsingar.
  • Persónstal við skjalprógvi frá Taks.
  • Møguliga viðkvæmar uppplýsingar so sum yrkisfelagsligt tilknýti (fakfelag)
 
6. Víðargeving
Um tað er neyðugt fyri at loysa uppgávuna, víðarigeva ella lata vit persónupplýsingar til aðrar
móttakarar. Tað kann t.d. vera uttanhýsis grannskoðarar, ráðgevar og møguligir neyðugir
samstarvsfelagar.
 
Nakrir av okkara dátuviðgerum eru staðfestir uttan fyri ES/EBS, men allir okkara dátuviðgerar
eru góðkendir í samsvari við ES-kommissjónina og krøvini í dátuverndarlógini. Um neyðugt
kunnu vit skjalprógva hetta.
 
7. Varðveitsla
Vit goyma persónupplýsingar, so leingi tað er eitt sakligt og lógligt endamál við at varðveita
upplýsingarnar, herundir eisini við atliti at m.a. bókhaldslógini, samtykkisreglunum,
fyrningarreglunum og/ella aðrari lóggeving.
 
8. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum
persónupplýsingum. Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum.
 
  • Rætturin til innlit (§ 26) og rætting (§27)
    Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg, og at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
  • Rætturin til striking (§ 28)
    Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar,
    uttan so at vit av roknskaparligum ella løgfrøðiligum orsøkum meta, at tað er
     neyðugt
    hjá okkum at varðveita upplýsingarnar í eitt longri tíðarskeið.
  • Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
    Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum
    avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit 
    framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
  • Rætturin til mótmæli (§ 32)
    Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum​
  • Rætturin til dátuflutning (§ 31)
    Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í
    einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði og at fáa hesar
    persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo
 
9. Samband og kæra
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon: 591616 ella á telduposti: gs@gs.fo
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni
www.dat.fo.
 
Farspor (cookies)
Heimasíða okkara skrásetir farspor, men verða tey hvørki ikki nýtt til hagtøl, marknaðarføring ella Analytics. Bert neyðugu farsporini verða nýtt fyri at heimasíðan skal virka væl, hesi farspor eru kravd og kunnu tísskil ikki veljast frá.