top of page

Roknskaparnæmingur til Grannskoðarastovuna
Kundi tú hugsa tær eina roknskaparliga yrkisleið? Sum næmingur á Grannskoðarstovuni fær tú eina fjølbroytta og spennandi útbúgving. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur fleiri enn 30 ára roynir innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving. Les meira um okkum á www.gs.fo
Um teg
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri bókhaldi og roknskapi. Sum persónur vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum. Umráðandi er at tú hevur góð samstarvsevnir og er álítandi.
Viðkomandi miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgvning er eitt krav.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt lærupláss við bæði fakligum og persónligum avbjóðingum. Talan er um eina skrivstovuútbúgving við roknskapi sum sergrein. Í lærutíðini verður tú partur av øllum dagligu uppgávunum innan grannskoðarayrkið á skrivstovuni. Tú fært upplæring innan bókhald og roknskaparuppseting.
Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin er í Danmark.
Løn og setanartreytir annars eru eftir avtalu.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.
Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði. Freistin er 30. september 2023.
Vil tú vita meira um læruplássið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo. Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði

bottom of page