top of page

Starvsfólk við royndum til Grannskoðarastovuna
Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv innan grannskoðan, roknskap og skatt. Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkatoymi. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og tú fær gott innlit í føroyska vinnulívið. Vit bjóða tær góðar skeiðs og útbúgvingarmøguleikar.
Løn og setanartreytir annars eftir avtalu og starvið verður sett sum skjótast.
Um Grannskoðarastovuna
Á Grannskoðarastovuni starvast í dag 9 fólk, 3 bókhaldarar og 6 grannskoðarar. Okkara arbeiðsuppgávur fevna millum annað um grannskoðan, roknskap og bókhald, umframt skatta- og fíggjarviðurskifti. Skrivstova okkara er í Saltangará og hava vit fleiri enn 30 ára roynir innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving.
Um teg
Vit vænta at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og útbúgving. Sum persónur tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum. Umráðandi er at tú hevur góð samstarvsevnir og er álítandi.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.
Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði. Freistin er 30. september 2023
Vil tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo.

bottom of page