top of page
DSC_9081_edited.jpg

Søkt verður eftir skrivstovufólki

Fyri ein av kundum okkara, verður søkt eftir skrivstovufólki/bókhaldara.

 

Arbeiðið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði so sum:

 

  • Bókhald

  • Fakturering

  • Gera tilboð

  • Teldupostsamskifti

 

Starvið er ½-tíðarstarv (20 tímar um vikuna) í góðum arbeiðsumstøðum.

Løn og setanartreytir annars eftir avtalu og starvið verður sett sum skjótast.

 

Um teg:

  • Tú hevur royndir innan bókhald og viðkomandi útbúgving

  • Royndir við Economic er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

  • Góðan KT-førleika, soleiðis at tú lættliga kanst seta teg inn í skipanina

  • Sum persónur ert tú arbeiðssom/samur

 

 

Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.

Umsóknir og fyrispurningar vera viðgjørd í trúnaði. Freistin er 30. september 2024. 

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo.

bottom of page